Vit søkja eftir einum laboranti til nýggju kanningarstovuni hjá Thetis.

Uppgávur:
Sum laborantur hjá Thetis skalt tú:

  • gera mikrobiologiskar kanningar
  • gera kemiskar kanningar
  • gera mýlakanningar
  • heinta prøvar
  • vera opin fyri at læra at gera og royna nýggjar kanningarhættir
  • vera fleksibul
  • vera kundavinalig/ur

Umframt aðrar uppgávur, sum alla tíðina taka seg upp.

Krøv til útbúgving og førleikar:

Tú skalt hava:

  • útbúgving sum laborantur, bioanalytikari ella líknandi
  • royndir við matvøru/umhvørviskanningum
  • hava koyrikort

Tað er sera umráðandi, at tú ert fleksibul og tolir, at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.

 Vit bjóða:

Eitt spennandi og avbjóðandi starv.

  • eitt gott fakligt og sosialt arbeiði
  • fleksiblar arbeiðstíðir
  • nýmótans kanningarstovu á altjóða stigi
  • eitt arbeiðspláss í støðugari menning

Thetis er ein privat akkrediterað kanningarstova. Vit gera kanningar í umhvørvi og matvøruframleiðslu. Thetis er í stórari menning og tú verður partur av hesi menning, sum tú fert at seta seta tín dám á. Thetis húsast í einari nýmótanst kanningarstovu inni á Saltangará.

Títt starv er fulla tíð og vikuskiftisarbeiði, við møguleika fyri niðursettari tíð. Tað er umráðandi, at tú passar inn í okkara lítla toymið, sum er ein mikrobiologur, ein kanningarstovuleiðari, tveir laborantar, granskari og góðskusamskipara.

 Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, við møguleika fyri niðursettari tí, ið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsókn:

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast Thetis, marita@thetis.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2023.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Maritu Debess Magnussen, stjóra, tel. 791800.