Í september 2017 sendi Thetis eina umsók inn til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið um at endurskoða Kunngerð nr. 127 um veiting av drekkivatni 22. november 2013. Vit hjá Thetis hildu, at tað ikki var skilagott at skula at áleggja starvsfólkum okkara at taka vatn í munnin, har indikatión var um fekala dálking. Tískil søktu vit um at fáa smakk tiknan úr kunngerðini.

Loksins 1 ár seinni er boð komi frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fer undir at fyrireika broyting í drekkivatnskunngerðini út frá viðmerkingum hjá Landsdjóralæknanum.

Hetta vil siga, at Thetis ikki smakkar vatnið frá dags dato av og um kundar okkara hava serlig ynski um smakk so verður atlit tikið til hetta.