Nýggj adressa, sama góða tænasta
Thetis er flutt til Saltangará og fer hereftir at hava alt sítt virksemi í Saltangará.
Síðan 2016 hava vit havt kanningarstovu á granskarasetrinum iNova, men nú er tíðin komin at flyta í egin hølir, sum egna seg betur til okkara vaksandi tørv og tey krøv, sum okkara kundar leggja við.
Nýggi bústaðurin er Heiðavegur 53, 600 Saltangará
Ein skraddaraseymað loysn
Vit fingu møguleikan at byggja okkara egnu kanningarstovu, sum er skraddaraseymað til okkara virksemi. Tað fer at vera eitt betri workflow. og vit hava avrátt at gera íløgur í nýggjastu útgerð til kanningarstovuvirksemi. Tað er umráðandi hjá okkum at gera íløgu í nýggj hølir fyri at kunna nøkta tørvin hjá okkara kundum. Hóast vit eru flutt til Saltangará, er frástøðan, takka verið Eysturoyartunlinum, bara eitt korter – 15 minuttir – frá okkara gomlu hølum.
Henda flyting markerar ein nýggjan kapittul í søguni hjá Thetis, og vit eru sera spent at royna teir møguleikar, sum henda flytingin hevur við sær.
Vit fara framvegis at bjóða somu góðu tænastu og loysnir, sum vit eru kend fyri, tí vit hava royndirnar.
Í næstum fara vit at skipa fyri almennari móttøku, har ið vit fara at vísa hølini fram.
Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum gera kanningar innan mat- og umhvørvi. Hjá Thetis starvast 9 fólk.