Thetis bleiv í dag kosin Ársins Íverkseti 2020. Tað er Íverkserahúsið sum letur hesa virðisløn.

Íverksetarahúsið skrivar soleiðis á teirra heimasíðu:

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna THETIS til Ársins Íverkseta. Løgmaður segði millum annað: Ársins Íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í samband við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur gjøgnum nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum støði. Fyritøkan hevur m.a. fingið altjóða góðkenningar, sum prógv uppá at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum støði.

Fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan gjøgnum nógv ár, og hevur alsamt verið klárt til at lofta nýggjum avbjóðingum, tá hesar hava víst seg. Feskasta dømið um hetta er teirra stóri leiklutur í korona kanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni og hevur felagið víst stóran fleksibilitet, fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hevur havt tørv á.

Vit í Thetis takka Íverksetarahúsinum fyri tilnevningina og heiðurin.

Leinkja til stoymingina av Ársins Íverksetaradegi 2020 kann finnast her