Helen Thomsen er sett í starv sum laborantur hjá Thetis.
Helen er útbúgvin laborantur frá Metropol í Keypmannavn í 2017. Helen hevur áður starvast hja Novo Nordisk og hjá AGC Biologics í Danmark.
Helen kemur at arbeiða á kanningarstovuni við eitt nú mikrobiologiskum og kemiskum kanningum.
Hjá Thetis gera vit kanningar hvønn dag – eisini í vikuskiftinum.
Virksemi hjá Thetis er í dag mikrobiologiskar, kemiskar og koronukanningar. Thetis selur eisini ymsar einnýtisvørur vørur til heilsølur í Føroyum. Umframt, at Thetis nú er umboð fyri 3M og Neogen í Føroyum. Á Thetis starvast 9 fólk.
Recent Comments