Vit eru fegin um at kunna boða frá, at AnnSiri Borg Hentze nú er partur av laboranttoyminum hjá Thetis. AnnSiri hevur bakgrund við útbúgving sum laborantur frá laborantskúlanum í Keypmannahavn umframt at vera útbúgvin ljósmóðir. Hennara starvsroyndir eru frá Novo Nordisk og HFS. AnnSiri fer at starvast á spildurnýggju kanningarstovuni í Saltangará, har hon skal arbeiða við mikrobiologiskum og kemiskum analysum. Sum ein sentralur partur av Thetis verður hon við til at tryggja, at vit framvegis levera hágóðsku í okkara analysum bæði gerandisdag og um vikuskifti.
Recent Comments