Vit eru fegin um at kunna kunngera, at kanningarstovan Thetis nú hevur fingið góðkenning frá DANAK til at nýta ein nýggjan kanningarhátt, MDS, til at eyðmerkja Listeria monocytogenes í matvøru- og umhvørvissýnum: TM 009, sum vísir til AFNOR 3M 01/15-09/16. Hesin háttur ger tað møguligt fyri okkum at staðfesta Listeria monocytogenes neyvari og væl skjótari enn áður.
Væl skjótari úrslit við kvalitativum MDS (Molecular Detection System, Neogen)
Nakrir av størstu fyrimununum við góðkenningini av nýggja kanningarháttinum á MDS er neyvleikin og skjótleikin. MDS er grundað á LAMP (loop-mediated isothermal amplication) DNA amplifisering, ið er ein sera specifikkur og sensitivur kanningarháttur. Við hesi góðkenning kunnu vit nú veita kundum okkara úrslit ein heilan dag skjótari enn aðrir hættir á marknaðinum. Hesin skjótleikin kann vera avgerandi fyri okkara kundar, sum hava tørv á skjótum og álítandi svari í teirra góðskueftirliti og útflutningi.
Nýggju Reglurnar hjá ES um Null Tolsemi fyri Listeria
Harumframt er ES í ferð við at seta nýggjar reglur í verk, sum krevja null tolsemi fyri Listeria monocytogenes í matvørum. Herdu krøvini gera tað enn týdningarmiklari fyri matframleiðarar og útflytarar at tryggja, at teirra vørur eru fríar fyri Listeria monocytogenes. Við hesum nýggja góðkenda kanningarhættinum kann Thetis hjálpa kundum sínum at tillaga viðurskifti í framleiðsluni væl skjótari enn áður, og at lúka herdu krøvini og verja fólkaheilsuna.
Vit eru errin av at kunna bjóða hesa betraðu tænastuna og síggja fram til áhaldandi at samstarvi við tykkum. Setið tykkum endiliga í samband við okkum fyri meira kunning um okkara nýggja kanningarhátt, og hvussu hesin kann gagna tykkara fyritøku.