Listeria monocytogenes uppá 1 døgn uttan konfirmering

Vit hjá Thetis hava í longri tíð arbeitt við at innkoyra og validera Real-Time PCR. Vit hava haft ein PCR serfrøðing á vitjan og vit hava arbeitt við hesum við spenningin.

Vit hava valt at innkoyra ein kanningarhátt sum er valideraður, so vit ikki skulu hugsa um, at positivir prøvar skulu konfirmerast. Hetta hevur al stóran týdning fyri okkara framleiðsluvirkir her á landið.

Vit kunnu nú við gleði siga, at her hjá Thetis kunnu vit kannað reinhaldsprøvar fyri listeria monocytogens uttan konfirmering og hetta vil siga at okkara kundar hava kanningarúrslitini eftir 1 døgn, har tað tók 2 døgn áður áðrenn kundin fekk síni kanningarúrslit.