Vit søkja eftir einum laboranti til kanningarstovuni hjá Thetis.

Uppgávur

Sum laborantur hjá Thetis skalt tú:
· gera mikrobiologiskar kanningar
· gera kemiskar kanningar
· vera opin fyri at læra at gera og royna nýggjar kanningarhættir
· vera fleksibul
· vera kundavinalig/ur
Umframt aðrar uppgávur, sum alla tíðina taka seg upp.

 

Krøv til útbúgving og førleikar

Tú skalt hava:
· útbúgving sum laborantur,  bioanalytikari ella líknandi
· helst hollar royndir við matvøru/umhvørviskanningum
· hava koyrikort
Tað er sera umráðandi, at tú ert fleksibul og tolir, at eingin dagur er líka, og at tú hevur gott yvirlit.

 

Vit bjóða

Eitt spennandi og avbjóðandi starv.
· eitt gott fakligt og sosialt arbeiði
· fleksiblar arbeiðstíðir
· nýmótans kanningarstovu á altjóða stigi
· eitt arbeiðspláss í støðugari menning

Thetis er ein privat akkrediterað kanningarstova. Vit gera kanningar í umhvørvi og matvøruframleiðslu. Thetis er í stórari menning og er í gongd við at byggja eina nýmótast kanningarstovu. Tú verður partur av hesi menning, sum tú fert at seta seta tín dám á.
Títt starv er fulla tíð og vikuskiftisarbeiði. Tað er umráðandi, at tú passar inn í okkara lítla toymið, sum er ein mikrobiologur, tríggir laborantar, granskari, góðskusamskipari og eitt sølufólk.

Løn og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Umsókn

Umsóknir til starvið við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.t. skulu sendast til:
Thetis, Hoyvíksvegur 51,
100 Tórshavn,
ella til marita@thetis.fo

Umsóknin skal vera okkum hendi í seinasta lagi 25. novembur 2022.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Binu Kallsberg, kanningarstovuleiðara, tel. 791805