Sum nakað nýtt ber til hjá føroyingum at fáa danskt og harvið evropeiskt koronupass. Ert tú koppsett/ur við Pfizer/Biontech-vaksinu, kann Thetis greiða tína koppsetingartilgongd soleiðis, at tú fært eitt pass, sum er galdandi í Danmark og øllum Evropa.

Thetis hevur í samstarvi við føroyskar og danskar myndugleikar fingið skipað tað soleiðis, at føroyingar, sum eru koppsettir í Føroyum, kunnu fáa nýggja danska koronupassið, sum eisini er galdandi í øllum Evropa.

Koronupassið fyri øll koppsett
Annarhvør føroyingur er koppsettur fyrru ferð og meira enn fjórðihvør seinnu ferð. Tí mangla í løtuni túsundtals føroyingar tað talgilda koronupassið, sum er krav fyri at fáa atgongd til lond úti í heimi. Koronupassið gevur teimum, sum eru koppsett fyrru ferð, galdandi pass eftir 14 dagar í 42 dagar. Tey, sum eru koppsett seinnu ferð, fáa pass uttan úrgildiskomu.

“Vit eru sera fegin um at kunna geva føroyingum eitt frælsari summar uttanlands. Flestu lond krevja talgilt koronupass, og tí eru vit errin av, at vit eru komin á mál við at kunna geva koppsettum føroyingum frælsi at ferðast við talgildum koronupassið,” sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

Føroyskir og danskir myndugleikar hava góðkent tænastuna. Tað er krav av hava danskt CPR-nummar og talgilda samleikan Nemid. Ríkisumboðið stendur fyri hesum.

“Tilgongdin hevur gingið væl. Tað hava verið ógvuliga nógvir partar í hesi verkætlan, ið nú er komin á mál. Vit hava havt sera gott samstarv við føroysku myndugleikarnar, Ríkisumboðið, danska heilsumálaráðið, Statens Serum Institut og Sundhedsdatastyrelsen”. sigur Marita Debess Magnussen, stjóri

Thetis samstarvar við læknar um hesa tænastu.

Mannagongdin er, at ein skal skráseta seg á coronapass.fo og síðan møta upp á skrivstovuni hjá Thetis, har avrit verður tikið av passi og gula koppsetingarskjalinum.

Thetis kann longu nú skráseta PCR-koronukanning í danska koronupassinum.

Tænastan er sera nógv umbiðin, og nú er tilboðið víðkað til eisini at kunna fáa koppsetingina í passið.