Kanningar av vatni
Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum
kanningum, eins og tær, kanningarstovur í grannalondunum gera. Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard og NordVal. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.
Kanning av vatni
Hetta er eitt yvirlit yvir mikrobiologiskar og kemiskar kanningar í vatni.
Kanningar lýsing
Kanningarhættir
Aerobar mikroorganismur 22°C
DS/EN ISO 6222:2002
Aerobar mikroorganismur 37°C
DS/EN ISO 6222:2002
Frágreiðing
Bakteriur við 37 gradir (kropshiti hjá fólki) kunnu verða sjúkuelvandi
Aerobar mikroorganismur 37°C
DS 2217:1999
Frágreiðing
Bakteriur við 37 gradir (kropshiti hjá fólki) kunnu verða sjúkuelvandi
Aluminium
DS 260:1978
Frágreiðing
Kann skilja burtur úr vatni sum hevur lágt pH.
Ammonium
ISO 7150-2:1986
Frágreiðing
Ammonium kemur fyri natúrligt í rávatni og kemur frá niðurbróting av lívrunnum tilfarið. Ov høgt tal kann týða uppá eina dálking
Bacillus cereus
Nordval 45
Frágreiðing
Er ein sprodannandi bakteria og kann verða torfør at sleppa av við
Clostridium perfringens
ISO 14189:2013
Frágreiðing
Bakteria er spordannandi og kann tískil setast í samband við eldri dálkingar
E. coli
ISO 9308-1:2014
Frágreiðing
Er ein skarn bakteria og er ikki í sær sjálvum farlig, men hon kann geva ábending um fríska dálking. Bakteria kann reinsast burtur við kóking
E.coli – MPN
ISO 9308-2:2012 – Colilert-18
Frágreiðing
Hesin háttur verður ofta brúktur til rávatn, har ein kann vænta eina dálking
Enterokokkar
NordVal 47
Frágreiðing
Eru skarn bakteriur, hesar geva eina ábending um skran dálking av eldri slag
Jarn
DS 219:1975
Frágreiðing
Er ikki heilsuskaðiligt, men kann geva trupulleikar við bakteriu vøkstri og misliting við vasking o.s.f
Kalsium
NS 4726
Frágreiðing
Kann siga nakað um vatnið er hart
Klor
DS/EN ISO 10304-1: 2009
Frágreiðing
Kann verða tilstaðar um vatnið er reinsa við klor
Koliformar
ISO 9308-1:2014
Frágreiðing
Eru natúrligt tilstaðar í jørð, men ikki drekkivatnið. Hon kann reinsast burtur við kóking
Koliformar – MPN
ISO 9308-2:2012 – Colilert-18
Frágreiðing
Hesin háttur verður ofta brúktur til rávatn, har ein kann vænta eina dálking
Kopar
HACH 135
Frágreiðing
Kann koma frá vatn innlegging
Legionella pneumophila
DS 3029-1:2001
Frágreiðing
Kann verða tilstaðar í vatn innleggingum sum standa leingi ella framleiða hita. Legionella er ofta sett saman við hita og kann verða sjúkuelvandi
Leiðingarevnið
DS/EN 27888-2:2003
Frágreiðing
Er eitt mát fyri um salt er í vatninum
Litur
DS/EN ISO 7887-2:2012.mod
Frágreiðing
Litur kann koma frá lívrunnum tilfarið ella fra metalkendum tilfarið, sum jarn. Farvu talið skal verða so lágt sum gjørligt fyri at UV stráling skal hava sín virkna
Luktur
NMKL 183:2005
Frágreiðing
Her verður mett um vatni er lukt frítt
Mangan
DS/EN ISO 11885:2009
Frágreiðing
Kann ofta hanga saman við jarn mongd og kann verða atvoldin til somu trupulleikar sum fyri jarn
Nitrat
DS/EN ISO 10304-1: 2009
Frágreiðing
Kann koma frá ov nógvari taðing, sum ikki nær at umdanna seg til frítt frumevni
Nitritt
DS/EN ISO 10304-1: 2009
Frágreiðing
Er tekin uppá dálking og mikrobiologisk virksemi
pH
ISO 10523-2:2008
Frágreiðing
Ov lágt pH (súrt) kann viðføra til tæring av vatn innleggingini
Pseudomonas aerugniosa
ISO 16266:2006
Frágreiðing
Er ein sjúkuelvandi bakteria og skal ikki verða í fløskuvatnið
Sulfat
DS/ISO 15923:2013
Frágreiðing
Ov høgt sulfat kann koma frá sjógvi. Sulfat kann geva ein beiskan smak og saman við magnesium kann bakterian geva leyst lív
Turbiditetur
DS/EN ISO 7027-1:2016
Frágreiðing
Mátar hvussu gruggut vatni er. Miniralir, lívrunnin evni og bakteriur kunnu geva høgan turbiditet
UV-transmissión
Spektrofotometri 254 nm
Frágreiðing
Avmarkar mikrobiologiskan vøkstur. UV ljós ger bakteriur o.a óvirki
Ráðgeving
Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við vitjan av myndugleikum, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild.
Setið tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo