Thetis leitar eftir einum persóni, ið skal taka sær av dagligu skrivstovuuppgávunum á nýggju kanningarstovu okkara á Saltangará.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a um:
- bókhald, tolling, lønarflytingar, kreditor- og debitorrøkt o.a.
- samskifti við kundar
- taka sýn úti hjá kundum
- ymist fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú:
- ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
- hevur royndir við bókhaldsforritum t.d e-conomic
- ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir
- dugir væl føroyskt, danskt og enskt í skrift og talu
- hevur viðkomandi royndir ella útbúgving
- hevur koyrikort
Tann, ið verður settur, fær ábyrgd av dagligu skrivstovuuppgávunum hjá fyritøkuni og skal saman við leiðsluni vera við til menna fyritøkuna frameftir.
Vit bjóða tær:
- eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum
- eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum
- at vera partur av einari fyritøku í vøkstri
Løn- og setanartreytir:
Talan er um hálvtíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er: Heiðavegur 53 í Saltangará.
Umsókn:
Umsókn skal sendast við telduposti til marita@thetis.fo í seinasta lagi mikudagin 1. novembur 2023.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Maritu Debess Magnussen, stjóra, tlf. +298 791800 / marita@thetis.fo
Recent Comments