Gransking
Arbeiðsøkið hjá Thetis fevnir eisini um gransking. Marita D. Magnussen granskar í antibiotikamótstøðuføri í føroyska samfelagnum og granskingin hevur ført við sær, at arbeiðið er útgivið í vísindaligum tíðarritum.
Niðanfyri kann ein lítil stubbi
lesast um hvørja einstaka grein.
Greinin varð útgivin í 2018
Hesa grein útgav Marita saman við Helga Erlandsdótti, Shahin Gaini, Thorlfur Gudnason og Karl G. Kristinsson.
Hon lýsir antibiotikamótstøðuføri í pneumokokkum, sum oftani eru atvoldin til millumoyrnabruna hjá børnum. Hon lýsir eisini hvussu sjúkugongdin ávirkast í einum samfelag eftir børn blíva koppsett.
Les alla greinina her
Greinin varð útgivin í 2016
Hesa grein útgav Marita saman við Shahin Gaini, Hannes Gislason og Karl G. Kristinsson.
Hon lýsir antibiotikamótstøðuføri í group A Streptokokkum, sum ofta eru atvoldin til hálsbruna og tískil krevur hendan bakterian oftani antibiotika viðgerð.
Les alla greinina her
Greinin varð útgivin í 2017
Hesa grein útgav Marita saman við Hannes Gislason, Shahin Gaini og Karl G. Kristinsson.
Hon lýsir antibiotikamótstøðuføri í E. coli, sum ofta eru atvoldin til bløðrubruna og tískil krevur oftani antibiotika viðgerð. Serliga eru tað kvinnur, sum er raktar av bløðrubruna og í føroyska samfelagnum hava vit trupulleikar við antibiotikamótstøðuføri í E. coli, sum hevur við sær, at kvinnur, sum hava bløðrubruna, tískil oftani mugu til lækna og harvið fáa fleiri antibiotikaviðgerðir.
Les alla greinina her
Greinin varð útgivin í 2018
Hesa grein útgav Marita saman við Helga Erlandsdótti, Shahin Gaini, Thorlfur Gudnason og Karl G. Kristinsson.
Hon lýsir antibiotikamótstøðuføri í pneumokokkum, sum oftani eru atvoldin til millumoyrnabruna hjá børnum. Hon lýsir eisini hvussu sjúkugongdin ávirkast í einum samfelag eftir børn blíva koppsett.
Les alla greinina her
Onnur gransking
Greinin varð útgivin í 2009
Hesa grein útgav Marita saman við Eyðfinn Magnussen.
Hon lýsir føðina hjá glýsufiski á Føroya Banka.
Les alla greinina her
Greinin varð útgivin í 2008
Hesa grein útgav Marita saman við Peter Wilson, Paul Ostro og Ben Cooper.
Hon lýsir hvussu Stafylokokkus aureus spjaðist á sjúkrahúsum og hvussu reingerð kann minka um spjaðingina. S. aureus kann verða ein vandamikli bakteria og kann elva til álvarsama sjúka hjá fólki við niðursettari immunverju.
Les alla greinina her