Um Thetis

Thetis er ein heilsufrøðilig kanningarstova, sum bjóðar heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar í Føroyum.

Hvørji eru vit?

Thetis byrjaði sum fyritøka í 2016. Okkara fremsta mál er góðska og skjótleiki, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið. Vit gera heilsufrøðiligar kanningar av vatni, matvørum og reinhaldi. Hjá okkum skal kundin altíð kenna seg í tryggum hondum.

Tað, sum sermerkir Thetis er hvussu vit miða eftir høgum vísindaligum støði og smidlari tænastu, sum setur viðskiftafólkið í miðdepilin. Vit arbeiða allar dagar. Vit skipa okkum lættliga um, alt eftir hvør tørvurin er hjá kundanum.

Koronafarsóttin kom til Føroyar á vári 2020. Avbjóðingarnar at møta átroðkandi tørvinum á  kanningarføri vóru stórar. Í samráð við Føroya Landsstýri, traðkaði Thetis til. Vit gjørdu allar kanningarnar við landamørkini, umframt nógvar kanningar innanlands. Yvir 200.000 fólk hava verið potað fyri korona hjá okkum.

Thetis vann Ársins íverksetari í 2020.

Kanningar

Kanningarnar hjá Thetis fevna eitt nú um sjúkuelvandi bakteriur, sum kunnu tryggja brúkaran ímóti smittuelvandi bakterium í matinum.

Aðrar kanningar snúgva seg t.d. um samlað tal av bakterium og rotbakteriur, ið geva ábending um haldgóðskuna í einari vøru. Partar av hesum kanningum kunnu brúkast at meta um, hvørt reingerðin á einum virki er nóg góð.

Talan kann eisini verða um indikatorbakteriur, sum kunnu geva eina mynd av reinførinum undir sjálvari matvøruframleiðsluni.

Harumframt kann Thetis eitt nú veita kommunum regluligar mikrobiologiskar og kemiskar vatnkanningar, sum kunnu geva borgarunum trygd fyri reinum drekkivatni. Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, ella frá “DS”, Dansk Standard ella frá ISO. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Thetis er akkrediterað eftir ISO 17025 og tilvísingsnummar hjá Danak er 569.

Thetis kann samanumtikið átaka sær allar vanligar heilsufrøðiligar kanningar, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.

Hvar eru vit?

Vit húsast í egnum hølum á Heiðavegi 53 á Saltangará, haðani vit skjótt og væl veita kundum okkara tryggar og álítandi kanningar.

“Hjá okkum skal kundin altíð kenna seg í tryggum hondum”