Fríggjadagin 7. juni kl. 15-17 verður almenn móttøka í sambandi við, at Thetis hevur  fingið nýggjan stjóra og er flutt í nýggj hølir á Heiðavegi 53 í Saltangará.

Í august 2023 flutti Thetis inn á Saltangará, har ið nýtímans kanningarstova er bygd, ið er  skræddaraseymað til tørv og krøv, so at vit á Thetis kunnu veita kundum okkara hágóðsku  tænastu og ráðgeving. Í mars í ár tók Elin Djurhuus Joensen stafettina sum nýggjur stjóri á Thetis.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku, har ið høvi verður at síggja nýggju kanningarstovuna og heilsa uppá nýggja stjóran og starvsfólkini hjá Thetis.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu fer at siga nøkur orð og háaktuella Lena Anderssen, fer at framføra nøkur løg. Hotel Runavík fer at borðreiða við brellbitum.

Øll eru hjartaliga vælkomin