Aðrar kanningar

Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum kanningum, eins og tær, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.

Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Aðrar kanningar kunnu vera av nógvum ymiskum slagi. Kunnu vit hjá Thetis ikki gera kanningina, so hevur Thetis góðar starvsfelagarar í Danmark og Íslandi.

Ráðgeving
Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við vitjan av myndugleikum, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild.

Setið tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo