Thetis

Thetis er ein heilsufrøðilig kanningarstova, sum bjóðar heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar í Føroyum. Vit húsast í hølunum hjá Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn, haðani vit skjótt og væl veita kundum okkara tryggar og álítandi kanningar.

Okkara fremsta mál er góðska og skjótleiki, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið. Kundin skal altíð kenna seg í tryggum hondum hjá okkum. Thetis er akkrediterað eftir ISO 17025 og tilvísings nummar hjá Danak er 569.

Kanningar

Kanningarnar hjá Thetis fevna eitt nú um sjúkuelvandi bakteriur, sum kunnu tryggja brúkaran ímóti smittuelvandi bakterium í matinum.

Aðrar kanningar snúgva seg t.d. um samlað tal av bakterium og rotbakteriur, ið geva ábending um haldgóðskuna í einari vøru. Partar av hesum kanningum kunnu brúkast at meta um, hvørt reingerðin á einum virki er nóg góð.

Talan kann eisini verða um indikatorbakteriur, sum kunnu geva eina mynd av reinførinum undir sjálvari matvøruframleiðsluni.

Harumframt kann Thetis eitt nú veita kommunum regluligar mikrobiologiskar og kemiskar vatnkanningar, sum kunnu geva borgarunum trygd fyri reinum drekkivatni.

Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, ella frá “DS”, Dansk Standard ella frá ISO. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammmett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Thetis kann samanumtikið átaka sær allar vanligar heilsufrøðiligar kanningar, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.

Thetis Vatn Thetis Laks Thetis Petri