KANNING AV KJØTVØRUM

Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum kanningum, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.  Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard og NordVal. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammmett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Hetta er eitt yvirlit yvir mikrobiologiskar í kjøtvørum.

Mikrobiologiskar kanningar í kjøtvørum
KANNINGAR LÝSING KANNINGARHÆTTIR FRÁGREIÐING
Aerobar mikroorgansmur 22° C og hydrogen sulfit produserandi bak. NMKL nr. 184Aerobar bakteriur geva eina ábending um viðurskiftini eru í ordan heilsuliga sæð.
Aerobar mikroorgansmur 30° C NordVal 33 Aerobar bakteriur geva eina ábending um viðurskiftini eru í ordan heilsuliga sæð.
Koliformar og E. coli NordVal 20 Eitt høgt tal av koliformum og E. coli gevur eina ábending um heilsuskaðiliga handfaran av matvøruni.
EnterokokkarNordVal 47Enterokokkur er ein ábendingar bakteria sum serstakliga kemur frá skarni. Eru enterokokkar tilstaðar, gevur tað eina ábending um at aðrar bakteriur eru tilstaðar áðrenn hitaviðgerð.
Listeria monocytogenesNordVal 22Listeria er útbreidd í náttúruni og hon trívist væl í lágum hita, serliga matvørum sum ikki hitast áðrenn nýtslu.
Salmonella NordVal 32 Salmonella er tilstaðar í náttúruni og í tarmum hjá fólki og djórum. Salmonella gevur bruna í tarmarnar hjá fólki og tískil leyst lív.

Ráðgeving

Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við myndugleika vitjan, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild.

Set tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo