KANNING AV FISKAVØRUM

Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum kanningum, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.  Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard og NordVal. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammmett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.


Hetta er eitt yvirlit yvir mikrobiologiskar og kemiskar kanningar í fiskavørum.

Mikrobiologiskar kanningar í fiskavørum
KANNINGAR LÝSING KANNINGARHÆTTIRFRÁGREIÐING
Aerobar mikroorgansmur 22° C og hydrogen sulfit produserandi bak. NMKL nr. 184, 2006 Aerobar bakteriur geva eina ábending um viðurskiftini eru í ordan heilsuliga sæð.
Aerobar mikroorgansmur 30° CNordVal 33Aerobar bakteriur geva eina ábending um viðurskiftini eru í ordan heilsuliga sæð.
Koliformar og E. coli NordVal 20 Eitt høgt tal av koliformum og E. Coli gevur eina ábending um heilsuskaðiliga handfaran av matvøruni.
EnterokokkarNordVal 47Enterokokkur er ein ábendingar bakteria sum serstakliga kemur frá skarni. Eru enterokokkar tilstaðar, gevur tað eina ábending um at aðrar bakteriur eru tilstaðar áðrenn hitaviðgerð.
EnterobacteriaceaeAFNOR BRD: 07/24-11/13Er enterobacteriaceae í vørunum, gevur tað eina ábending um at goymslu hitin hevur verið ov høgur ella heilsu handfaran ikki hevur verið hóskandi.
Staph. aureusNMKL 66:2009 og NordVal 49Staph aureus er at finna í nøs, svølg og húð hjá fólki og djórum. Staph. aureus kann evna toxinir um matvøran ikki verður handfarin á rættan hátt.
Listeria monocytogenesNordVal 22Listeria er útbreidd í náttúruni og hon trívist væl í lágum hita, serliga matvørum sum ikki hitast áðrenn nýtslu.
SalmonellaNordVal 32Salmonella er tilstaðar í náttúruni og í tarmum hjá fólki og djórum. Salmonella gevur bruna í tarmarnar hjá fólki og tískil leyst lív.
Vibrio spp.DS/ISO/TS 21872-1:2007 Vibrio er serliga at finna í sjógvi og kann verða atvoldin til ígerð.
Kemiskar kanningar í fiskavørum
HistaminELISAHistamin er et amin, sum er tilevna í kroppinum. Tað virkar sum eitt hormon, sum hevur ávirkan á imunverjuna og sodningarkervi. Histamin í ov stórum mongdum kann føra til ovurviðkvæmi

Ráðgeving

Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við myndugleika vitjan, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild. Set tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo