AÐRAR KANNINGAR

Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum
kanningum, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.  Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammmett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Aðrar kanningar kunnu verða nógvar fjølbroyttar kanningar. Kunnu vit hjá Thetis ikki gera kanningarnar, so hevur Thetis góðar  starvsfelagarar í Danmark og Íslandi

 

Ráðgeving

Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við myndugleika vitjan, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild.

Set tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo