Kanningar av vatni

Vit taka okkum av øllum vanligum heilsufrøðiligum
kanningum, eins og tær, kanningarstovur í grannalondunum gera. Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, og ISO ella frá “DS”, Dansk Standard og NordVal. Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammett við tær royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.

Kanning av vatni

Hetta er eitt yvirlit yvir mikrobiologiskar og kemiskar kanningar í vatni.

Ráðgeving
Vit hjá Thetis kunnu veita ráðgeving í samband við vitjan av myndugleikum, reinhaldseftirlit og eftirlit sum heild.

Setið tykkum í samband við Maritu Debess Magnussen fyri at fáa meira at vita.
Tlf.: 35 79 00
Mail: marita@thetis.fo