KUNNING

Bára byrja aftur

05/15/2019

Bára er byrja aftur eftir barnsburðarfarloyvi, vit ynskja henni vælkomin aftur 🙂

Histamin akkrediterað

04/10/2019

Histamin kanningin er akkrediterað. Vit hjá Thetis hava arbeitt við hesum í langa tíð og nú hevur Danak góðkent histamin analysuna og vit kunnu nú bjóða okkara viðskifafólkið histamin analysuna nógv skjótari enn áður.

Nýtt telefon nummar

12/14/2018

Vit hjá Thetis vilja, at kundar okkara altíð skulu fáa fatur á okkum og tískil hava vit fingið eitt nýtt nummar, sum er 357900. Her kunnu tit ringja og velja hvønn tit vilja hava fatur á. Hetta nummarið svarar alt samdøgrið.

Vatn kunngerðin

11/16/2018

Í september 2017 sendi Thetis eina umsók inn til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið um at endurskoða Kunngerð nr. 127 um veiting av drekkivatni 22. november 2013. Vit hjá Thetis hildu, at tað ikki var skilagott at skula at áleggja starvsfólkum okkara at taka vatn í munnin, har indikatión var um fekala dálking.  Tískil søktu vit um at fáa smakk tiknan úr kunngerðini.

Loksins 1 ár seinni er boð komi frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fer undir at fyrireika broyting í drekkivatnskunngerðini út frá viðmerkingum hjá Landsdjóralæknanum.

Hetta vil siga, at Thetis ikki smakkar vatnið frá dags dato av og um kundar okkara hava serlig ynski um smakk so verður atlit tikið til hetta.

Staph aureus enn skjótari

10/04/2018

Vit hjá Thetis gera nógvar kanningar av Staphylococcus aureus og tískil ynsktu vit at menna hendan kanningarhátt. Vit hava validera kanningarhættin og hava nú minkað kanningar tíðina frá 48 tímum til 24 tímar. Og, sjálvandi er kanningin akkrediterað 🙂

Vit eru sera fegin um hetta, tí vit ynskja, at verða kappingarfør við skjótleika og bestu góðsku.

Thetis hevur opið í jólahátíðini

12/20/2017

Vit eru til at fáa fatur á um tað gerst neyðugt við kanningum í jólahátíðini. Tað er bara at ringja til Maritu á 791800.

Millum jól og nýggjár hava vit opið sum vanligt.

 

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól.

Nummar 20 kanningarhættir hjá Thetis er nú akkrediteraður

06/30/2017

Enterokokkar í mati eftir NordVal 47 er nú akkrediteraður.

Hesin kanningarháttur er av stórum týdningi fyri okkum, tí­ vit hava gjørt eina umfatandi validering av referancu kanningarháttinum NordVal 47 og tí hátti sum vanliga verður brúktur. Vit funnu útav, at NordVal 47 er ikki bara 1 dag skjótari, men eisini ein betur kanningarhættir. Tískil kunnu vit gleðast um, at Thetis allarhelst er ein av teimum fyrstu kanningarstovum sum hevur fingið enterokokkar í mati akkrediterað eftir NordVal 47 og nú kunnu vit geva kundum okkara teirra úrslit 1 dag skjótari enn aðrar kanningarstovur.

Nýggj starvsfólk

06/07/2017

Thetis hevur nú fingið 2 nýggj starvsfólk. Bára Strøm Günther er sett sum laborantur og Kára Debess Magnussen er byrja sum hjálparfólk tá tørvur er á tí. Vit ynskja teimum vælkomnar og gleða okkum til samstarvið.

 

Akkrediteringar hjá Thetis

06/06/2017

Thetis hevur nú fingið 4 kanningarhættir akkrediteraðir, hesir kanningarhættir eru av stórum týdningi hjá vinnuni. Kundar hjá okkara kundum ynskja at tær einstøku kanningarnar eru akkrediteraðar og arbeiða vit hjá Thetis miðvíst fyri at fáa so nógvar kanningar sum gjørligt akkrediteraðar. Í hesum umfarið kunnu vit upplýsa at fylgjandi kanningar eru akkrediteraðar:

  • Vibrio parahaemolyticus
  • Vibrio Cholerae
  • Listeria monocytogenes kvalitativt
  • Staphylococcus aureus

Akkrediteringar hjá Thetis

03/27/2017

Thetis varð akkrediterað til mat og umhvørvis kanningar í 2016. Nú hevur Thetis 16 akkrediteraðir kanningarhættir, tann seinasti í røðini er Enterobacteriaceae til matvørur. Kanningarlistin hjá Thetis er almennur á heimasíðuni hjá Danak, okkara kanningarstovu nummar er 569.

Tann 4 apríl 2017 kemur Danak á vitjan, her fer fakfólk hjá Danak at gjøgnumganga okkara góðskuskipan og útvaldar kanningarhættir.