STUTT UM THETIS

Kanningarstovan Thetis hevur altjóða góðkenning sum heilsufrøðilig kanningarstova. DANAK, sum veitir slíkar góðkenningar í Danmark, hevur góðkent privatu føroysku kanningarstovuna við einari sonevndari ISO 17025 akkreditering, ið javnsetir Thetis við aðrar altjóða góðkendar kanningarstovur. Reg nummarið hjá Thetis er 569

ISO 17025 akkrediteringin er ein altjóða váttan um, at Thetis líkur øll altjóða krøv til kanningarhættir og kundaviðurskifti. Tað merkir, at Thetis kann gera allar heilsufrøðiligar kanningar bæði til føroyska heimamarknaðin og til marknaðir uttanlands undir altjóða góðkendum umstøðum.

Thetis er fyrsta privata kanningarstovan her á landi, og hon veitir m.a.  matvøruvirkjum, alivirkjum, kommunum o.ø. fyritøkum heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar.

Fremsta málið hjá Thetis er, at góðska og skjótleiki eru í hásæti, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið.

 

Fleiri upplýsingar fáast frá Maritu Debess Magnussen, stjóra, á telefon 35 79 00.

 

FYRSTA FLOKS KANNINGARHÆTTIR

Okkara kanningarhættir eru frá “NMKL”, Nordisk Metodikkommitté for Livsmedel, ella frá “DS”, Dansk Standard.

VEITA SKJÓTARI ÚRSLIT

Thetis brúkar “skjótmetodur”, har tað er gjørligt, og tískil er svartíðin fleiri dagar skjótari, sammmett við tær royndir, sum verða sendar av landinum.

FULL SERVICE KANNINGARSTOVA

Thetis kann samanumtikið átaka sær allar vanligar heilsufrøðiligar kanningar, sum kanningarstovur í grannalondunum gera.